Kostráðgeving, ið skapar tryggleika og úrslit

Ráðgevingin tekur støði í tær, har vit í felag leggja eina ætlan við varandi loysnum, ið hóskar til tín og tín gerandisdag. Mín ráðgeving snýr seg ikki bert um kost, sjúkuviðgerð og vísindi, men í stóran mun um huglagið og vanarnar handan matvalini.

Eg kann hjálpa tær

Sum kliniskur dietistur og VaneCoach® við serútbúgving innan diabetes og yvirvekt, umframt sertifisering í IBS-viðgerð, hjálpi eg tær at skilja og broyta hesi mynstur, fyri at betra um tína heilsu og vælveru, so tú fært ein tryggan gerandisdag.

Støðið verður altíð tikið í tær - og tí, sum tú megnar í gerandisdegnum.

Búk- og tarmheilsa

Hevur tú avbjóðingar við sodningarlagnum?

Nógv liva við avbjóðingum við búkinum ella tarmunum, sum ávirka bæði gerandisdagin og lívsgóðskuna. Tey stríðast við m.a. hørðum ella leysum lívi, hava ilt í búkinum ella kenna seg uppblástan.

Fá ráðgeving til m.a. cøliaki, IBS, laktosuintoleransu og kost eftir Gastric Bypass.

Kronisk sjúka

Hevur tú eina kroniska sjúku?

Rættur kostur er ein týðandi partur av viðgerðini og kann minka um sjúkueyðkenni, og vera við til at fyribyrgja fylgisjúkum. Við rættari føðslu styrkir tú kroppin, so tú fært meiri orku, eina lættari tilveru og størri tryggleika í gerandisdegnum.

Fá ráðgeving til m.a. diabetes, beinbroyskni, livrasjúku og aðrar kroniskar sjúkur.

Yvirvekt

Hevur tú yvirvekt og vigar ov nógv?

Yvirvekt snýr seg um nógv meiri enn bara tað ein etur og drekkur. Tað snýr seg í stóran mun um vanar, hugburð og gerandisdagin hjá einum.

Forboð og ein strangur lívsstílur, saman við hørðum kurum, kunnu stuðla undir, at vektin økist enn meira. Við røttu amboðunum og størri fatan av føðsluni, ber til at røkka einum varandi úrsliti, so tú kanst fáa eitt lív við meiri matgleði og góðsku, heldur enn stúran og frával.

Fá ráðgeving til m.a. broyting av matvanum, vekttap og lívsstílsbroytingar

Undirvekt

Hevur tú vantandi matarlyst?

Tað er sjáldan so einfalt at fara upp í vekt sum bara at eta meira. Tá ið vaml, sjúka, heilivágur ella aldur darva matarlystin, gerst tað trupult at fáa nóg mikið av neyðugum føðsluevnum, eitt nú proteini, vitaminum og mineralum. Hetta kann elva til møði, svinn av vøddamassa og tap av førleikum.

Daglig stúran av at vera smáttetandi kann føra til stríð um matin og ávirka lívsgóðskuna. Við røttu amboðunum og størri fatan av føðsluni, kann tað bera til at røkka málinum um at fáa tað neyðuga føðsluna, og fáa eitt lív við størri orku og matgleði.

Fá ráðgeving til m.a. hóskandi kost, vanabroytingar og at loysa matavbjóðingar.

Ummæli

"Eg havi í fleiri ár havt trupulleikar við IBS, og tá eg sá, at dietisturin.fo hevði tikið skeið í IBS, valdi eg at seta meg í samband við hana. Hon hevur givið mær góða hjálp og ráðgeving, og eg føldi, at hon lurtaði eftir mær og skilti meg. Bara tað er ein stór hjálp í sær sjálvum. Men eg fekk eisini ráð um, hvussu eg skuldi fyrihalda meg til mat bæði nú og framyvir. Eg kann avgjørt viðmæla hana til onnur, sum stríðast við IBS."

Kvinna, 29 ár

"Eg havi leingi stríðst við vektini, ið eg tók uppá aftaná fyrsta barnið. Eg havi roynt ymiskt, men havi havt ringt við at hildið meg til eina ætlan. Dietisturin kom við eini matætlan, sum fyri meg var yvirkomilig, einføld og løtt at fylgja. Og tydningarmiklast var, at eg skuldi taka tað í smáum, sum hjálpti mær at halda motivatiónini. Eg eri nú lættnað nógv kilo og gleðist um úrslitið og orkuna, eg havi fingið aftur."

Kvinna, 33 ár

"Hon lurtar eftir tínum trupulleikum, er skiljandi og atkomilig. Hon er stuðlandi gjøgnum tilgongdina og kemur við øðrum valmøguleikum og loysnum, um har er okkurt, ið ikki riggar, og tillagar matin, um har er okkurt, man ikki dámar. Útyvir at hava tapt meg, havi eg eisini fingið sunnari og betri matvanar. Sum heild hugsi eg meira um, hvat tað er, eg koyri í munnin."

Maður, 43 ár

Samband

Hevur tú tørv á ráðgeving?

Tú kanst bóka eina tíð beinleiðis í online booking skipanini hjá mær. Hevur tú spurningar, ert tú eisini hjartaliga vælkomin at senda mær ein fyrispurning her.

Dietisturin.fo

Hornagøta 15, kj.

100 Tórshavn

+298 281441

Send eini boð, og eg vendi aftur, skjótast til ber. 

@dietisturin