Spyr dietistin
Kundi tú hugsað tær at fingið eitt svar frá einum kliniskum dietisti?
Spyr um tað, tú gongur og hugsar um í gerandisdegnum. Svarið verður lagt út her á síðuni, so onnur eisini kunnu fáa gagn av tí. 🌿 Tí um tað fyllir hjá tær, so fyllir tað heilt víst eisini hjá onkrum øðrum, og er tað tí vert at spyrja um.

spyrdietistin@dietisturin.fo
Soleiðis gert tú:
💬 Tú sendir mær tín spurning - tað kann vera um t.d. blóðsukur, forstoppilsi, diarré, vekt, vitaminir ella kostvanar. Eisini spurningar um t.d. diabetes, cøliaki, laktosuintoleransu ella IBS.
Allir spurningar verða sjálvsagt viðgjørdir fullkomiliga dulnevndir.
Vinaliga legg til merkis:
Í "Spyr Dietistin" svari eg bert uppá teir spurningar, sum kunnu geva eitt meira einfalt og alment svar.
Summir spurningar eru alt ov kompleksir og krevja persónliga vegleiðing. Slikir spurningar verða ikki svaraðir her – í teimum førunum viðmæli eg til at bóka eina viðtalu.
"Heilsa og kostur eru sjáldan antin/ella. Tað, sum riggar hjá einum, riggar ikki hjá øllum. Vitan gevur tær frælsi at velja tað rætta fyri teg og tína heilsu."
– Halla Jarlgun Gullfoss, løggild. kliniskur dietistur

Spurningur:
"Er mjólk ein góð kelda til protein og hvør mjólk er sunnast?"
Svar frá Dietistinum:
Ja, mjólk er ein góð proteinkelda!
Eitt vanligt glas inniheldur uml. 7 g av proteini av høgari góðsku – við øllum teimum neyðugu aminosýrunum (byggisteinunum í proteinunum), sum kroppurin brúkar til vøkstur, endurskapan og viðlíkahald av vøddum og beinagrind.
Tú fært somu nøgd av proteini, kalsiumi, vitamin B2 og B12, kaliumi, fosfori og jodi úr øllum mjólkasløgum.
Soltin mjólk hevur minst orkuinnihald, meðan bóndamjólk hevur tað hægsta.
So hvør mjólk er sunnast?
Munurin liggur í innihaldinum av feiti – og harvið orkuni. Tað velst um tørvin:
- Vilt tú minka um orkuinntøkuna, er soltin mjólk ella millummjólk eitt gott val.
- Hevur tú tørv á meira orku ella feiti (t.d. um tú hevur lága kropsvekt ella væntandi matarlyst), er bóndamjólk betri.
Mjólk kann væl vera partur av einum fjølbroyttum og heilsugóðum kosti – vel tað slag, sum hóskar best til tín!
