Spurningar til Dietistin

Spurningur:
"Eg havi altíð hoyrt, at feitt ger ein tjúkkan. Hví sigur man, at kroppurin kortini hevur brúk fyri feitti?"
Svar frá Dietistinum:
Feitt hevur fleiri týdningarmiklar leiklutir í kroppinum:
- Feitt gevur kroppinum ta orku, hann hevur brúk fyri, so kyknurnar kunnu virka, sum tær skulu, og gera sítt arbeiði
- Feitt liggur sum eitt verjandi lag undir húðini og hjálpir kroppinum at halda hitan
- Feitt verður brúkt sum "byggitilfar" til at uppbyggja kyknur og hormonir – tað er ein partur av "byggisteininum" í kroppinum
- Feitt er eisini neyðugt fyri, at kroppurin kann upptaka tey feittupploysiligu vitaminini A, D, E og K úr mati.
- Um tú etur meira feitt, enn tú hevur tørv á, verður yvirskotsorkan goymd í feittvevnaði – kroppurin kann seinni brúka hana, um tú etur minni enn tørvin.
- Etur og drekkur tú ov nógv yvir longri tíð, kann feittmongdin vaksa og føra til yvirvekt. Feitt mettar vanliga minni enn protein og kosttrevjur – tí er tað lætt at fáa ov nógv orku, uttan at kenna seg mettan.
Hvussu ávirkar feitt heilsuna?
Ein feittríkur kostur inniheldur nógvar kaloriur og kann føra til yvirvekt, sum økir vandan fyri ymiskum lívsstílssjúkum. Man kann fitna bæði av mettaðum og ómettaðum feitti, so tað ræður um at tillaga samlaða feittinntakið eftir orkutørvi og kropsvekt.
Hvat slag av feitti tú etur, hevur nógv at siga fyri heilsuna, tí ov nógv mettað feitt (úr smør, osti, feitum kjøti, pálma- og kokosolju) kann hækka kolesterol í blóðinum og soleiðis økja vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum og eisini fyri at doyggja ov tíðliga.
At skifta mettað feitt út við ómettað er eitt av teimum ráðunum, sum hava best vísindaligt hald fyri at minka um hjartasjúkur.
Tvørturímóti kann ómettað feitt (úr plantum, nøtum, fræum og fiski) minka um hendan vanda. Fiskur inniheldur ómettað feitt og serliga omega-3 feittsýrur, sum hava eina gagnliga ávirkan á heilsuna. Tá tú velur fisk til døgurða ella til matpakkan, tekur hann plássið frá kjøti – og tað minkar um inntakið av mettaðum feitti.
Fleiri halda, at alt feitt er ringt – men tað er stórur munur á mettaðum og ómettaðum feitti.
Feitt er neyðugt – men rætta slagið og hóskandi mongd geva tær ta bestu heilsuna.

Spurningur:
"Hvussu síggi eg mun á mettaðum og ómettaðum feitti? Og hví tosa vit so nógv um tað?"
Svar frá Dietistinum:
Mettað feitt er tað, sum er hart við stovuhita – t.v.s. tá tað stendur á borðinum, er tað hart, t.d. sum smør ella margarin. Eisini sæst tað væl í seyða- og oksakjøti, har tú sært feittið liggja millum kjøtið.
Ómettað feitt er bleytt ella flótandi við stovuhita, t.v.s. tá tað stendur á borðinum, er tað flótandi – t.d. sum olivenolja, rapsolja og aðrar plantuoljur Ómettað feitt finst eisini í avokado, nøtum og fiski.
Vit tosa nógv um hetta, tí ómettað feitt kann hava góða ávirkan á kroppin og t.d. lækka kolesteroltalið, meðan ov nógv mettað feitt kann økja um vandan fyri blóðtøppum og hjarta-æðrasjúkum.
Feitt hevur ein týdningarmiklan leiklut í kroppinum, men gevur eisini nógva orku – tí er tað umráðandi at halda javnvág. Hvussu nógv ein hevur tørv á, er tó ymiskt frá persóni til persón.Tað velst m.a. um kropsbygnað, virksemi og heilsustøðu – tað finst ongin "one size fits all": nøkur hava gagn av meira, onnur av minni. .
Skift eitt sindur av mettaðum feitti út við feitti frá olju, nøtum og fiski – lítil broyting, stórur munur

Spurningur:
"Er mjólk ein góð kelda til protein og hvør mjólk er sunnast?"
Svar frá Dietistinum:
Ja, mjólk er ein góð proteinkelda!
Eitt vanligt glas inniheldur uml. 7 g av proteini av høgari góðsku – við øllum teimum neyðugu aminosýrunum (byggisteinunum í proteinunum), sum kroppurin brúkar til vøkstur, endurskapan og viðlíkahald av vøddum og beinagrind.
Tú fært somu nøgd av proteini, kalsiumi, vitamin B2 og B12, kaliumi, fosfori og jodi úr øllum mjólkasløgum.
Soltin mjólk hevur minst orkuinnihald, meðan bóndamjólk hevur tað hægsta.
So hvør mjólk er sunnast?
Munurin liggur í innihaldinum av feiti – og harvið orkuni. Tað velst um tørvin:
- Vilt tú minka um orkuinntøkuna, er soltin mjólk ella millummjólk eitt gott val.
- Hevur tú tørv á meira orku ella feiti (t.d. um tú hevur lága kropsvekt ella væntandi matarlyst), er bóndamjólk betri.
Mjólk kann væl vera partur av einum fjølbroyttum og heilsugóðum kosti – vel tað slag, sum hóskar best til tín!

Spurningur:
"Hvat er munurin á einum kliniskum dietisti og einum kostráðgeva?"
Fleiri ivast í, hvat ein kliniskur dietistur er, og mong halda, at dietistur og kostráðgevi merkir tað sama – men tað er ikki rætt. Út frá teimum spurningum, eg havi fingið, havi eg valt at taka júst henda upp fyri at gera munin greiðan. Tað er lætt at blanda hugtøkini, men munurin er stórur – og hetta er eitt gott høvi at svara upp á tað.
Svar frá Dietistinum:
Kliniskur dietistur
Ein kliniskur dietistur er eitt vart heilsufakligt heiti, sum krevur løggilding frá Styrelsen for Patientsikkerhed – eins og hjá t.d. læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Hetta tryggjar eitt høgt fakligt støði og førleika at viðgera sjúkur og at arbeiða fyribyrgjandi við heilsu- og kosttrupulleikum tengdum at mati.
Dietisturin hevur eina 3,5 ára professionsbachelor í føðslu og heilsu við sergrein í kliniskari dietetikk og kliniskari starvsvenjing. Útbúgvingin gevur djúpa og breiða vitan um fysiologi, sjúkir og evidensbaseraða kostviðgerð – innan t.d. diabetes, hjarta- og æðrasjúkum, maga- og tarmsjúkum, undir- ella yvirvekt.
Í praksis vegleiðir dietisturin borgarum og sjúklingum við serligum heilsutrupulleikum og leggur kostætlanir tilpassaðar teirra tørvi. Virkið er undir eftirliti, og krav er um journalføring og at arbeiði er bygt á gransking.
Kostráðgevi og kostfrøðingur
Ein kostráðgevi er ikki eitt vart heilsufakligt heiti – øll kunnu kalla seg 'kostráðgeva' ella 'kostfrøðing'.
Útbúgvingin byggir ofta á styttri privat skeið og hevur ikki somu fakligu djúpd og breidd sum dietistútbúgvingin. Tað kann merkja eitt lægri fakligt støði og tí kann góðskan av vegleiðingini svinga nógv, alt eftir fakliga grundarlagnum hjá ráðgevanum.
Fokus er ofta á almenna lívsstílsráðgeving og kostráð, men ikki á t.d. sjúkuviðgerð. .
Í praksis vegleiðir ein kostráðgevi í, hvussu ein persónur kann samanseta sín kost eftir persónligum ynskjum og lívsstílsavbjóðingum. Virkið er tó ikki undir eftirliti, tí kostráðgevar ikki eru autoriseraðir heilsufakligir persónar.
Vel ein kliniskan dietist, um tú:
- hevur sjúku, sum krevur serligan kost
- hevur trupulleikar við mati ella føðslu
- vilt hava ráð, bygd á gransking og eftirlit
Vel ein kostráðgeva, um tú:
- vilt hava íblástur til lívsstíl og vekt
