Um meg

Eg eiti Halla Gullfoss, og eg stovnaði Dietisturin fyri at bjóða eina fakliga, evidensbaseraða og menniskjaliga ráðgeving innan kost. Eg veiti kostráðgeving, ið tekur støði í nýggjastu klinisku granskingini og tilmælum á økinum. 

Útbúgving og yrkisligir førleikar:

  • Løggildur kliniskur dietistur
  • VaneCoach® frá Madroinstituttet
  • Serútbúgving innan diabetes og yvirvekt
  • Sertifisering í IBS-viðgerð

Míni fakligu høvuðsøki eru búk- og tarmheilsa, diabetes, undir-/yvirvekt og lívsstílsbroytingar. 

Mín útbúgving sum løggildur kliniskur dietistur og VaneCoach ger, at eg ikki bara hyggi at, hvat tú etur, men eisini hví og hvussu tú etur. Eg kann hjálpa tær við at betra um tín lívsstíl og (håndtere) fáast við ymsar sjúkur gjøgnum kost og vanabroytingar.

Ráðgevingin tekur støði í tær og tínum gerandisdegi, so vit í felag finna fram til varandi loysnir, ið rigga fyri teg. 

Mítt mál er at hjálpa tær at finna loysnir, ið rigga í gerandisdegnum.
IBS Cartifikat
IBS Cartifikat