Prísir og tænastur

Einstaklingaráðgeving og VaneCoaching
Tann fyrsta samrøðan varir 90 minuttir. Vit tosa um tínar avbjóðingar og kostvanar fyri at finna fram til tey mynstur og tær matvørur, ið skapa trupulleikar fyri teg. Vit arbeiða við at skapa einfaldar kostvanar og loysnir, ið eru yvirkomiligar og lættar at fylgja í gerandisdegnum.
Fyrsta viðtala 950 kr.
(90 minuttir)
✔ Tú fært kostráðgeving og VaneCoaching, ið tekur støði í tær
✔ Vit tosa um tíni ynskir og seta málini hareftir
✔ Vit leita eftir ábendingum í tínum kostvanum, og um samanhangur er millum hesar og tíni eyðkenni, sum órógva í gerandisdegnum
✔ Uppskot til máltíðir
✔ Tú fært viðkomandi tilfar heim við

Uppfylgjandi viðtalur
Nógv hava gagn av uppfylgjandi viðtalum, fyri at meta um ætlanin hevur virkað, sum hon skal. Viðtalan tekur støði í tí, sum tú hevur arbeitt við og broytt síðan síðst.
Tú kanst velja millum:
- 30 minuttir: 400,- kr.
- 60 minuttir: 600,- kr.
Persónlig kostætlan 350 kr
Um tú ynskir eina kostætlan, ið er neyva útroknað og tillagað tín tørv, kann hendan gerast undir ella eftir viðtaluna.

Undirvísing, fyrilestrar & workshops
Eg bjóði fakliga undirvísing og áhugaverdar fyrilestrar til fyritøkur, stovnar, skúlar ella feløg, ið ynskja sær eina greiða lýsing av kosti, vanum og heilsu.
Evni kunnu til dømis vera matgleði og heilsa í gerandisdegnum, hvussu vit byggja upp sunnar vanar, ella hvussu vit fáa stabila orku og vælveru allan dagin. Undirvísingin verður altíð tillagað tykkara tørvi.
Vinaliga set teg í samband við meg fyri at fáa eitt óbindandi tilboð.

